Varðin Pelagic søkir lærlingar til teknisku deild at byrja í januar 2025. Tvey lærupláss eru leys at søkja: eitt sum elektrikari og eitt sum maskinsmiður.
Vit leita eftir tær, sum:
- Er sjálvbjargin, tekur ábyrgd og trívist við at loysa alskyns avbjóðingar.
- Hevur áræði og vilja til at læra og mennast í einum spennandi og krevjandi umhvørvi.
- Hevur áhuga fyri handaligum arbeiði.
Vit bjóða:
- Eitt mennandi og fjølbroytt lærupláss, har tú verður ein virkin partur av eini dugnaligari tekniskari deild.
- Eitt arbeiðspláss við góðum samstarvi millum starvsfelagar og ymiskar fakbólkar.
- Avbjóðingar, sum geva fakliga og persónliga menning, í einum áhugaverdum arbeiðsumhvørvi.
Starvsstaðurin er á virkinum hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri. Skúlagongdin er á Glasi.
Løn og setanartreytir eru sambært lærlingasáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Handverkarafeløgini.
Lærutíðin er 4 ár, men styttist um tú hevur SIT ella líknandi skúlaskeið.
Spurningar
Hevur tú spurningar í samband við læruplássini, kanst tú seta teg í samband við Rana Nolsøe Johannessen, umsitingarleiðara, á telefon 291685 ella teldupost rnj@vardin.fo.
Umsókn
Send umsókn, saman við CV og avriti av viðkomandi prógvum, til hr@vardin.fo.
Umsóknarfreistin er fríggjadagin 3. januar 2025.
Comments are closed.