Faroe Marine Products

P/F Faroe Marine Products varð stovnað í 2001. Virkið varð sett á stovn saman við íslendingum, og føroyingar og íslendingar áttu hvør síni 50 prosent. Í dag er virkið 100 prosent føroyskt. Eirikur á Húsamørk eigur 50% og P/F Varðin keypti 50% av felagnum í desember 2016.

FMP er eitt turkivirki. Rávøra hjá FMP er høvd, ryggir og heilur fiskur, og keypt verður frá flest øllum fiskavirkjum í Føroyum. Faroe Marine Products er millum størstu og mest framkomnu turkivirkir í heiminum og hevur sum mál um at víðka um sítt virksemi. FMP varð kosið Ársins Virki í 2005.

www.fmp.fo