Góðskustýring

Matvørutrygd og góðska av allari vøru, bæði í veiðiliðinum, viðgerðini á Varðanum Pelagic og í lidnu vøruni, hevur hægstu raðfesting. Virkið hevur tætt samband við skipini, fyri at menna fiskiskapin og góðskuna. Hetta ber til, tí øll eru partur av sama samtaki.

Varðin Pelagic hevur fleiri roynd starvsfólk, ið arbeiða við góðskueftirliti, og eisini umborð á skipunum eru góðskufólk. Beinanvegin fiskurin er komin umborð á skipið, verður hann latin í kølitangar. Varðin Pelagic er eitt sera nýmótans virki, ið tryggjar køling undir allari framleiðsluni. Tað vil siga, at frá tí at fiskurin er komin í kølitangarnar umborð á fiskiskipinum, til hann er farin til innfrysting á virkinum, er hann alla tíðina køldur til minus 1,5 stig.

Skipini hjá Varðanum hava saman við Felagnum Nótaskip fingið MSC-góðkenning fyri burðardygga veiðu eftir norðhavssild, makreli og svartkjafti. Hetta hevur stóran týdning fyri at vísa á, at fiskiskapurin framhaldandi er burðardyggur.

Fult sporføri er frá fiskifelti til fiskurin kemur til virkingar á virkinum, og til lidna vøran verður send víðari til kundan.

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur eftirlit og ger kanningar á virkinum fyri at tryggja, at framleiðslan lýkur øll neyðug krøv sambært matvørulóggávuni.