[rcb-consent type=”change” tag=”a” text=”Broyt farspor stillingar”]
[rcb-consent type=”revoke” tag=”a” text=”Ógilda uppsetan” successmessage=”Tú hevur ógildað farspor uppsetan. Síðan verður nú dagførd.”]
Seinast dagført: Juni 2023
Endamálið við hesum politikki er at lýsa, hvussu vit savna, nýta og goyma tínar persónsupplýsingar, umframt hvussu vit verja hesar upplýsingar og hvussu tú kanst fremja tíni lógarásettu rættindi. Vit stremba eftir, at altíð verja tínar persónsupplýsingar sambært galdandi lóggávu.
Dátuábyrgdari
P/F Varðin er dátuábyrgdari. Allir spurningar og viðurskifti viðvíkjandi persónsupplýsingum, skulu stílast til
Varðin Pelagic
Havnalagið 11, 800 Tvøroyri
Teldupostur: vpoffice@vardin.fo
Tlf: +298 610680
Um tú hevur spurningar um okkara viðgerð av persónsupplýsingum, er tú altið vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Savnan av persónsupplýsingum
Persónsupplýsingar eru øll sløg av upplýsingum, sum beinleiðis ella óbeinleiðis kunnu eyðmerkja ein fysiskan (livandi) persón, t.d. navn, bústaður, teldupostur og telefonnummar. Tað kann eisini vera ymisk sløg av elektroniskum dátum sum IP-adressa og MAC-adressa, um hesi kunnu knýtast til ein fysiskan persón.
Vit savna persónsupplýsingar á ymsan hátt, men aloftast er tað beinleiðis frá tær.
Upplýsingar, sum verða savnaðar, tá tú vitjar heimasíðu okkara vardin.fo (cookies)
Tá tú vitjar heimasíðu okkara vardin.fo, so verða sonevnd farspor (“cookies”) brúkt. Farspor er ein lítil tekstfíla, sum heimasíður brúka til at kenna tína teldu aftur. Farsport eru ikki forrit, men ein óvirkin fíla og kann ikki spjaða virus ella onnur skaðilig forrit.
Tá ið tú vitjar heimasíðu okkara senda farspor fylgjandi upplýsingar:
- hvørjar síður á heimasíðu okkara tú vitjar og nær
• hvat mál tú hevur valt
• hvønn kaga tú brúkar
• hvørja upploysn tín skermur hevur
• hvørja stýriskipan tín telda hevur
• hvønn IP-bústað tú hevur
• hvørja java útgávu tín telda hevur
Upplýsingarnir verða bert nýttar í sambandi við heimasíðuna og til at gera hagtøl, sum m.a. verða brúkt til at betra um heimasíðuna.
Upplýsingar frá farsporum kunna ikki brúkast til at savna persónsupplýsingar um teg. Ongar upplýsingar frá farsporum verða givnar víðari ella seldar triðja parti.
Tú kanst altíð nokta at brúka farspor á tíni teldu. Hetta gert tú í samansetingini fyri kagan tú brúkar. Tó verður gjørt vart við, at uttan farspor ber møguliga ikki til at brúka allar funkur á heimasíðuni. Ynskir tú ikki at móttaka farspor frá heimasíðuni hjá okkum, kanst tú í kaganum tú brúkar, skráseta vardin.fo á listan yvir heimasíður, sum tú ikki ynskir farspor frá. Samstundis er eisini í flestu kagum møguleiki fyri at strika farspor, sum kagin longu hevur lagt á telduna.
Um tú ikki frammanundan hevur avvíst brúk av farsporum frá vardin.fo ella strika farspor, góðtekur tú samstundis, tá ið tú vitjar vardin.fo, brúkið av farsporum frá heimasíðu okkara.
Um tú umvegis okkara heimasíðu ynskir samband, sendir t-post til okkara, ynskir faldarar ella annað tilfar, og í hesum sambandi upplýsir títt navn, t-post, telefonnummar, p-tal ella annað, verða hesar upplýsingarnar bert nýttar til at viðgera og svara tínari áheitan. Tá hetta er avgreitt, verða upplýsingarnar strikaðar.
Viðgerð av persónsupplýsingum í sambandi við starvsumsóknir
Starvsumsóknir til Varðin samtakið verða vanliga móttiknar umvegis heimasíðuna vardin.fo, har umsøkjarin hevur útfylt umbidnar teigar og síðani sent umsóknina beinleiðis til eina teldupostadressu hjá Varðanum Pelagic á. Bara viðkomandi persónar eru móttakarar av nevndu teldupostadressum. Persónsupplýsingar í sambandi við starvsumsóknir verða ikki goymdar á heimsíðuni vardin.fo.
Starvsumsóknir verða goymdar sentralt á einum tryggum stað og bara tey, sum hava ábyrgd av setanarmálum, hava atgongd til skjølini. Um onnur starvsfólk skulu luttaka í setanartilgongdini, so fáa hesi avrit av starvsumsóknunum, men ábyrgdarpersónurin syrgir fyri, at avritini verða savnaði inn aftur og burturbeind, tá setanartilgongdin er liðug. Ongin starvsumsókn verður send til persónligar teldupostadressur ella goymd lokalt á persónligum arbeiðsteldum.
Verður ein starvsumsókn móttikin uttan um heimasíðuna, so verður umsóknin send til rætta viðkomandi og síðani slettað í teldupostkassanum hjá móttakaranum.
Starvsumsóknir verða viðgjørdar í trúnaði, og umsóknirnar hjá teimum, sum ikki fáa starv (annað enn framleiðslustarv) verða strikaðar eftir 3 mðr. Starvsumsóknin hjá tí/teimum, sum fáa starv, verður goymd á tryggan hátt í starvsfólkamappuni hjá viðkomandi, so leingi starvssetanin varar.
Umsóknir um starv í framleiðsluni hjá Varðanum Pelagic verða goymdar í 1 ár, hetta tí, at arbeiði á uppisjóvarvirkjum fer fram ávís tíðarskeið í árinum (sesong) og vanligt er, at flestu starvsfólk koma aftur í starv, tá nýggj sesong byrjar.
Viðgerð av persónsupplýsingum í sambandi við stuðulsumsóknir
Stuðulsumsóknir til Varðin samtakið verða vanliga móttiknar umvegis heimasíðuna vardin.fo, har umsøkjarin hevur útfylt umbidnar teigar og síðani sent umsóknina beinleiðis til eina teldupostadressu hjá ábyrgdarfólki hjá ávíkavist Varðanum í Gøtu og Varðanum Pelagic á Tvøroyri. Persónsupplýsingar í sambandi við stuðulsumsóknir verða ikki goymdar á heimsíðuni vardin.fo.
Stuðulsumsóknir verða goymdar sentralt á einum tryggum stað og bara tann, sum hevur ábyrgd av stuðulsmálum, hevur atgongd til skjølini. Um onnur starvsfólk skulu luttaka í viðgerðini av stuðulsumsóknini, so fáa hesi avrit ella atgongd til skjølini, men ábyrgdarpersónurin syrgir fyri, at avritini verða savnaði inn aftur og burturbeind, ella at atgongdin til skjølini verður steðgað, tá málsviðgerðin er liðug. Ongin stuðulsumsókn verður send til persónligar teldupostadressur ella goymd lokalt á persónligum arbeiðsteldum.
Verður ein starvsumsókn móttikin uttan um heimasíðuna, so verður umsóknin send til rætta viðkomandi og síðani strikað í teldupostkassanum hjá móttakaranum.
Avgreiddar stuðulsumsóknir verða ikki strikaðar, men goymdar á einum tryggum stað við atliti til praksis og hagtøl á stuðulsøkinum.
Upplýsingar, sum verða savnaðar við beinleiðis sambandi
Um tú setur teg í samband við okkum umvegis teldupost, telefon ella á annan hátt, so savna vit persónsupplýsingar um teg, soleiðis at vit kunnu svara tínum fyrispurningi. Tað kann t.d. vera navn, teldupost og/ella telefonnummar.
Serlig flokking av persónsupplýsingum (viðkvæmir upplýsingar)
Vit skráseta sum útgangsstøði ikki viðkvæmar persónsupplýsingar. Skuldi hetta verið neyðugt, biðja vit um nágreiniligt samtykki til at skráseta viðkvæmar persónsupplýsingar, uttan so, at vit hava skyldu ella lógarásettan rætt til at skráseta viðkvæmar upplýsingar.
Viðgerðarheimild
Øll okkara viðgerð av persónsupplýsingum fer fram sambært galdandi lógarreglum, og er henda viðgerð grundað á fylgjandi:
– Starvsrættarlig skylda, herundir skyldur sambært starvsavtalu
– At yvirhalda galdandi lóggávu, t.d. skattalóggávu
– Samtykki frá starvsfólki at viðgera upplýsingar
Hvussu leingi goyma vit tínar persónsupplýsingar?
Vit goyma tínar persónsupplýsingar, so leingi tað er neyðugt í mun til sakliga endamálið við skrásetingini/viðgerðini og nýtsluna av persónsupplýsingunum. Vit goyma altíð tínar upplýsingar so leingi tú ert í starvi/arbeiðir hjá okkum, ella vit veita tær eina tænastu ella eina vøru.
Sum omanfyri nevnt, so verða starvsumsóknirnar hjá teimum, sum ikki fáa starv, slettaðar eftir 3 mðr. Hetta er tó ikki galdandi fyri ”sesong-framleiðslustørv” hjá Varðanum Pelagic, har tað av praktiskum ávum verður mett neyðugt at goyma starvsumsóknir í eitt longri tíðarskeið.
Harumframt, so skulu persónsupplýsingar goymast í 5 ár í tann mun hetta er álagt sambært bókhaldslógini.
Víðarilatan av persónsupplýsingum
Vit deila í ávísum førum tínar persónsupplýsingar við triðjapartar. Hetta kann vera við almennar myndugleikar, tá hetta er álagt okkum í galdandi lóggávu, ella við uttanhýsis samstarvspartar, um vit hava títt samtykki, ella vit hava ein lógarásettan rætt til tað.
Samstarvspartar og KT-veitarar
Vit nýta eina røð av KT-tænastum og skipanum. Í fleiri av hesum skipanum viðgera vit persónsupplýsingar. Flestu av hesum skipanum verða hýstar lokalt, ímeðan aðrar verða hýstar hjá veitaranum ella í cloud-loysnum. Vit tryggja okkum, at tíni rættindi eru vard, og at trygdarstøðið verður varðveitt í samband við slíkar dátuflytingar.
Tíni rættindi
Tú hevur sambært Dátuverndarlógini eina røð av rættindum í mun til okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum:
Rætt til at afturkalla eitt samtykki
Um okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum er grundað á samtykki frá tær, hevur tú altíð rætt til at afturkalla títt samtykki. Tá ið tú afturkallar títt samtykki, steðga vit at viðgera tínar persónsupplýsingar, sum var grundað á samtykki.
Gev gætur, at um tú afturkallar eitt samtykki, eru vit møguliga ikki før fyri at veita tær eina ávísa tænastu.
Rætt til striking
Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa strikað persónsupplýsingar, sum vit hava um teg. Rætturin er ikki treytaleysur, tá ávísir upplýsingar ikki mugu strikast grundað á aðra lóggávu, ella um avtala og ávíst endamál gevur okkum rætt til at varðveita og viðgera persónsupplýsingarnar.
Rætt til innlit
Tú hevur rætt til at fáa at vita, hvørjar upplýsingar vit hava um teg. Rætturin til innlit krevur tó, at vit kunnu eyðmerkja serstøku upplýsingarnar um teg. Tað kann tískil vera neyðugt hjá tær at geva okkum supplerandi upplýsingar, um so er at vit ikki kunnu eyðmerkja teg út frá teimum upplýsingunum vit hava.
Rætt til viðgerðaravmarking
Í serligum føri hevur tú rætt til at biðja um at fáa viðgerðina av tínum persónsupplýsingum avmarkaða. Hetta merkir, at um treytirnar til viðgerðaravmarking eru uppfyltar, at vit einans kunnu viðgera tínar peronsupplýsingar í serligum førum.
Rætt til mótmæli
Tú kanst átala, at persónsupplýsingar um teg verða viðgjørdar. Um átalan má metast heimilað, skulu persónsupplýsingarnar um teg ikki viðgerast. Tó kunnu upplýsingarnar møguliga framvegis nýtast til at viðgera møgulig onnur lóglig endamál.
Rætt til rætting
Tú hevur rætt til at biðja um at fáa rættað persónsupplýsingar, sum eru rangar ella villleiðandi, soleiðis at vit ikki viðgera upplýsingar um teg, sum eru skeivar ella ófullfíggjaðar.
Rætt til dátuflutning
Tú kanst biðja um at fáa tær persónsupplýsingar, sum tú hevur latið okkum, latnar tær í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði.
Kærumøguleikar
Tú hevur altíð møguleika at kæra til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgd/-ur við okkara viðgerð av tínum persónsupplýsingum. Tú finnur kontaktupplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum á www.dat.fo.