Útbreiðsla av makreli og sild í juli 2017

Útbreiðsla av makreli og sild í juli 2017

Í ár vóru tvey skip hjá Varðanum við í makrelkanningunum, sum ICES stendur fyri. Tróndur í Götu gjördi föroyska parting undir leiðslu av Havstovuni. Teir gjördu kanningarnar í tíðarskeiðinum frá 26. juni til 21. juli. Finnur Fríði gjördi grönlendska partin av kanningini fyri Grönlands Naturinstitut. Tær kanningarnar vóru gjördar í tíðarskeiðinum 18. juli til 6. august. Hagstovan skrivar á teirra heimasíðu at felagskanningin av makreli í juli 2017 vísti, at nøgdin av makreli í Norðureysturatlantshavi var størri í ár enn í fjør, meðan nøgdirnar av sild var nakað minnið enn í fjør. Nøgdin av svartkjafti var eitt vet hægri enn í fjør.

Afturat Tróndi í Gøtu fyri Føroyar og Finnur Fríða luttóku trí onnur skip í kanningunum hjá ICES, tey vóru Kings Bay, Vendla og Árni Friðriksson.

Nú tølini frá øllum skipunum eru sett saman, vísa úrslitini, at makrelurin stendur víða um í Norðureysturatlantshavi, meðan útbreiðslan av sild er meira avmarkað.

Makrelurin stendur frá heilt norðarlaga í Norðsjónum og norður móti Svalbard og vestur í eysturgrønlendskan sjógv. Ein munur í 2017 er, at minni er til í sunnara partinum av grønlendska økinum, meðan nógvur makrelur er á markinum millum grønlendskan og íslendskan sjógv. Eisini er minni fram við norsku strondini í ár og í økinum sunnan fyri Ísland og Føroyar. Kanningarnar í ár vátta, at 2014 árgangurin av makreli er væl omanfyri miðal, sum ábendingar vóru um í fjør.

Sildin stendur, eins og undanfarin ár, í einum samanhangandi belti úr landsynningi í útnyrðing. Frá norðast í Norðsjónum, eystan og norðan fyri Føroyar, í ein útnyrðing yvir móti Íslandi og inn í kalda sjógvin norðan fyri Ísland, heilt inn í grønlendskan sjógv. Tó er sera lítið av sild í altjóða og norskum øki. Tó so, 2013 árgangurin sást út fyri Finnmørkini í ár, eins og millum vaksna stovnin longur vesturi. Hesin árgangurin, saman við 2009 árganginum, fara vónandi at økja um gýtingarstovnin komandi árini.

Hetta er annað árið at svartkjaftakanningar verða gjørdar í hesum kanningunum. Svartkjaftur var at síggja mestsum í øllum økinum, undantikið í kalda økinum norðan fyri Ísland og í grønlendskum øki.

Facebooktwitterlinkedin
SWG2024
Varðin básurin í Barcelona væl vitjaður
Myndir av nýggja Finnur Fríða í Skagen
Felagið Nótaskip og Varðin við í granskingarverkætlan saman við Setrinum og Havstovuni.
MEST byggja frystitrolara til Varðan
Tróndur í Gøtu seldur til Gardar í Norra
Gøtunes landar 600 tons til FMP
Gleðilig jól og gott nýggjár
Kann nýggja protein- og lýsivirkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri nýta grøna elorku frá netinum hjá SEV?
Jólaheilsan

Comments are closed.