Makrelkanningarnar 2017

Makrelkanningarnar 2017

Tróndur í Götu gjördi makrelkanningar fyri Havstovuna í tíðarskeiðinum 3-20 juli 2017, og 25. juli kom Havstovan við túrfrágreiðing. Tað er Jan Arge Jacobsen sum hevur hövuðsábyrgdina av kanningini.

Her er meginparturin av frágreiðingini, sum annars er at lesa á http://hav.fo/PDF/Turar/2017/FRAG_TiG1752.pdf

Endamálið við kanningini er at granska útbreiðslu og nøgd av makreli, norðhavssild og svartkjafti um summarið, tá hesir uppsjóvarfiskar leita sær føði norðanfyri. Eisini skuldi útbreiðslan kannast í mun til sjóvarhita og nøgd av æti í sjónum. Kanningin er partur av felagskanning í Norðuratlantshavi millum Ísland, Føroyar, Grønland og Noreg, har vit kannaðu føroyska økið, økið vestur móti Íslandi og eystur í norskan sjógv.

Bæði normenn, föroyingar, íslendingar og grönlendingar gera hesar somu kanningarnar, í nökulunda sama tíðarskeiðið og við somu útgerð, sum er flótitrol (Multpelt 832m frá Vónini). Tóvað varð í hálvan tíma við umleið 5 míla ferð. Lemmar av slagnum Injector F-15 (6 m2 og 2300 kg). Vektir á undirveingjunum (400 kg), boyur á veingjaspíssunum, 8 m segl á høvuðlínuni og fiskilás í trolinum. Til ætikanningar var ein WP-2 planktonglúpur (0.25 m2 op og 200 μm meskar) nýttur, ið varð loraður niður á 200 m og síðani hálaður spakuliga upp í vatnskorpuna aftur. Til at máta hitan í sjónum var ein CTD (Seabird 25) nýtt, ið varð lorað niður á 500 m dýpi – ella niður móti botni, um grynri var. Á CTD’ini var eisini eitt fluorometur til at máta nøgdirnar av plantuplankton í sjónum og ein oxygenmátari at máta súrevnið í sjónum. Til at máta nøgdina av sild og svartkjafti varð eitt Simrad EK 60 ekkólodd við 38, 120 og 200 kHz splitbeam botnum brúkt.

Øll veiðan varð skrásett, og upp til fimm kurvar av veiðuni vórðu tiknar frá til kanningar. Umleið 100 fiskar av hvørjum slagi (makrel, sild og svartkjafti) vóru longdarmátaðir og vigaðir. Nytrur vórðu tiknar av 15-25 fiskum av hvørjum slagi í hvørjum háli, umframt at kyn og búningarstig varð kannað og 5 magar vórðu tiknir.

Áðrenn túrurin byrjaði vórðu ekkóloddini stillað (kalibrerað) á Skálafjørðinum, og útgerðin varð roynd eystan fyri Nólsoynna. Tá túrurin byrjaði, varð siglt á fastar støðir, við umleið 52 fjórðingum millum støðirnar.

Fyribils úrslit:

Makrelur
Í miðal vóru nøgdirnar av makreli í føroyska kanningarøkinum smærri enn í fjør. Veiðan av makreli og sild pr. 1⁄2 tíma hál er vísti at mesti makrelurin stóð norðanfyri og í ein landnyrðing úr Føroyum. Makrelurin var smærri í eystara partinum av kanningarøkinum enn vestanfyri. Miðallongdin á makrelinum var 34.6 cm og miðalvektin 405 g. Aldursbýtinum á makrelinum vísti, at nógv var av 3 ára gomlum fiski, sum nú setir til vaksna stovnin. Makrelurin var væl fyri til árstíðina.

Sild

Sild var at fáa í einum øki norðan fyri Føroyar og í útnyrðing móti Íslandi. Í kanningarøkinum í ár kann vera talan um fleiri sildastovnar – hesum er hædd ikki tikin fyri í hesi fyribils frágreiðing – tó er sildin í landnyrðingspartinum í mestan mun norðhavssild. Ekkóvirðini av sild vísa nøkulunda sama mynstur sum trolhálini. Sildin stóð ovarlaga í sjónum. Samanborið við kanningarnar í 2016 var miðalveiðan per hál í 2017 størri – serliga í útnyrðingspartinum, men akustisku skrásetingarnar vóru smærri enn í 2016. Longdarbýtið á sildini, sum er víst í Mynd 5, vísir tveir toppar, ein á umleið 32 cm og hin á 35 cm. Sildin eystan fyri Føroyar var í miðal um 27 cm, meðan størsta sildin var at síggja í útnyrðingspartinum av kanningarøkinum. Fyri alla kannaða sild var miðallongdin 31.5 cm og miðalvektin 311 g. Í aldursbýtinum í Mynd 5 sæst, at lutfalsliga nógv var til av 11-13 ára gamlari sild. Fyri norðhavssildina var 2004 árgangurin tann seinasti góði árgangurin. Síðani tá hevur tilgongdin sum heild verið vánalig, tó eru nú tekin um at 2013 árgangurin verður á miðalstøði eins og 2009 árgangurin eisini er. Sildin var sum heild væl í holdum.

Svartkjaftur

Svartkjaftur var at síggja mest sum allastaðni. Sum heild stóð hann sum tunn skrift frá umleið 100 m dýpi og niður á 350-400 m. Um náttina samlaðist hann ofta í smáar torvur á 50-100 m dýpi. Tó fingu vit í ár á syðstu kósunum ársins gýtta svartkjaft (Mynd 7), og spurningurin er, um hetta boðar frá góðum fyri henda árgangin. Miðallongdin av svartkjaftinum var 23.4 cm og miðalvektin 92 g, tað er rættiliga smáfallandi fiskur. Aldursbýtið vísir, at nógv er av 2 og 3 ára gomlum svartkjafti, men at lítið er av 1 ára gomlum.

Æti og hiti

Æti var at síggja í teimum ovaru løgunum í øllum kanningarøkinum. Talan var helst serliga um reyðæti, Calanus finmarchicus, sum er høvuðsføðin hjá sild og makreli um summarið. Annað plankton var millum annað smáar amfipodur (Themisto sp.) og krill. Ætið verður turkað og vigað í landi, og ætinøgdirnar verða uppgjørdar seinni. Sildin stóð serliga í kaldara sjónum, sum strekti seg frá Íslandi móti Føroyum norðanfyri.

Fyribils niðurstøður:

Sum heild vóru nøgdirnar av makreli í føroyska kanningarøkinum heldur smærri enn í fjør, men nakað størri enn í 2014 og 2015. Nøgdirnar av sild í trolhálunum vóru í miðal væl størri enn í fjør, hóast at ekkóskrásetingarnar sum heild bendu á smærri nøgdir. Veiðan av makreli og sild pr. 1⁄2 tíma hál vísir, at mesti makrelurin stóð norðanfyri og í ein landnyrðing úr Føroyum eins og í 2016, meðan sildin stóð heldur norðari í ár enn í fjør – serliga í eystara partinum av kanningarøkinum. Fyrivarni skal tó takast fyri, at kanningarøkið broytist frá ári til árs. Endaligu úrslitini vera tøk, eftir at øll skipini eru liðug við kanningarnar um hálvan august.

Varðin og Tróndur í Götu takkar Havstovuni fyri gott samstarv.

Facebooktwitterlinkedin
Myndir av nýggja Finnur Fríða í Skagen
Felagið Nótaskip og Varðin við í granskingarverkætlan saman við Setrinum og Havstovuni.
MEST byggja frystitrolara til Varðan
Tróndur í Gøtu seldur til Gardar í Norra
Gøtunes landar 600 tons til FMP
Gleðilig jól og gott nýggjár
Kann nýggja protein- og lýsivirkið hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri nýta grøna elorku frá netinum hjá SEV?
Jólaheilsan
Kunning um marineraða sild

Comments are closed.