Surimivirkið

Varðin Pelagic er í gongd við at byggja eitt surimivirki á Tvøroyri. Ætlanin er at fáa eina virðisøking í svartkjaftin, við at skera svartkjaft til fløk og framleiða til surimi. Hetta er ein vøra við vaksandi eftirspurningi.

Veiðitíðin fyri svartkjaft er serliga tann tíðin á árinum, tá ið ikki nógv virksemi er á Varðin Pelagic. Við hesum ber til at fáa meiri samanhangandi arbeiði árið runt fyri starvsfólkini. Ætlandi verður nýggja surimivirkið tikið í brúk í 2017.