Frystigoymslan

Varðin Pelagic hevur eina frystigoymslu á 15.000 tons á Tvøroyri. Tá ið verktíðin er, er ofta tørvur á enn meira goymsluplássi. Varðin Pelagic nýtir tá eisini frystihølini hjá Polarfrost og Frystihúsið í Vági. Har er pláss fyri 5.000 tonsum. Tilsamans kann Varðin Pelagic sostatt hava 20.000 tons á goymslu í Suðuroynni.

Umframt goymslupláss í Føroyum, so goymir Varðin Pelagic vøru í goymsluhúsum í Hollandi, Póllandi og Litavia. Onkutíð hevur vøra eisini ligið í goymsluhúsum í Kina.

Tað er ein fyrimunur fyri kundan, at vøran er tætt uppá kundan, og at tað ikki tekur so langa tíð, frá tí at sølan fer fram, til kundin fær vøruna. Holland er eitt knútapunkt í hesum sambandi. Varðin Pelagic roynir alla tíðina at hava røttu vøruna til teir ymsu kundarnar á goymslu, á røttum stað.