Útleigan av frystigoymsluplássi

Varðin Pelagic hevur eina stóra frystigoymslu, har pláss er fyri 15.000 tonsum, men umleið helvtina av árinum, umleið frá februar til august, hevur Varðin Pelagic ikki sjálvt brúk fyri so stórari frystigoymslu. Varðin Pelagic leigar tí út til áhugað. Tað eru nakrir føroyskir og grønlendskir bátar, ið leiga sær pláss í frystigoymsluni. Pláss er tó til fleiri.

Frystibátar hava eisini møguleika at umskipa.

Setið tykkum í samband við okkum:

tel +298 610680
sales@vardinpelagic.fo