Søla av uppisjóvarfiski

Síðstu árini hevur Russland verið størsti marknaðurin hjá Varðanum Pelagic. Selt verður tó til nógv lond í Evropa, Asia, Afrika og Amerika. Tilsaman hevur Varðin Pelagið selt til umleið 80 lond.

Umleið helvtin av vøruni, ið seld verður, er makrelur. Síðan er tað sild, svartkjaftur og lodna.

Felagið hevur alla virðisketuna og kann tillaga krøv og mannagongdir, frá tí at fiskurin er veiddur, til vøran er seld. Tað er ein stórur fyrimunur fyri keyparan. Harafturat leggur felagið dent á, at veitanin er framúr góð og ongin neyðsemja verður gjørd, tá ið talan er um góðsku. Selt verður til fleiri marknaðir, og tað tryggjar, at sølan ikki er viðkvom.

Umframt at selja uttanlands, verður agn og annað eisini selt í Føroyum.


Setið tykkum í samband við okkum:

tel +298 610680
sales@vardinpelagic.fo