Lossing

Tá ið sesongin er fyri, fer nógv vøra um kaikantin á Tvøroyri. Uppisjóvarskipini landa til Varðin Pelagic, skip koma við útgerð og tilfari av ymsum slagi, og vøran verður avskipað umborð á skip, sum førir hana út í heim.

Hetta gevur nokk so fitt av arbeiði á kaikantinum. Umframt tey føstu starvsfólkini, so er eisini neyðugt við eykafólkum, tá ið nógv er at gera.

Varðin Pelagic bjóðar seg eisini fram at lossa fyri onnur.
Til ber eisini at umskipa vøru úr fiskiskipum til farmaskip.

Setið tykkum í samband við okkum:

Tel +298 291696
john@vardinpelagic.fo