Nú er tað greitt: Vestergaard útskrivar eginkvotu á 85.000 tons av makreli!

Útvarpið boðar frá at nú fer Vestergaard at útskriva upp til 85.000 tons av makreli.

Eftir landsstýrisfundin í Øravík er greitt, at føroyingar fáa 85.000 tons av makreli. Tað segði Jacob Vestergaard fyri lítlari løtu síðan í samrøðu við heimasíðuna hjá Kringvarpinum.

Spurdur um hann hevur undirtøku í landsstýrinum fyri at skriva út eginkvotuna á 85.000 tons, sigur Jacob Vestergaard, at hann í hvussu er hevur partvís undirtøku.

- Fólk eru sjálvandi ymisk á máli, men eg havi so partvísa undirtøku fyri at útskriva eginkvotuna á 85.000 tons av makreli, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum.

Hann ber ongan ótta fyri, at hini strandalondini, Noreg og ES, fara at taka nøkur stig í sambandi við føroysku avgerðina í makrelmálinum. Landsstýrismaðurin heldur, at tað í mesta lagi kemur ein "peikifingur", men meira verður tað ikki.

Sum higartil ætlað verða tað skipini í Felagnum Nótaskip, sum fáa nógv størsta partin av makrelinum. Men Jacob Vestergaard vil ikki nevna nøkur tøl enn.

- Vit koma at býta út eftir einum ávísum býtislykli, har meginparturin fer til nótaskipini, sigur Jacob Vestergaard.

Landsstýrismaðurin sigur, at loyvini verða útskrivað beinanvegin.





Myndasövn


Trýst her fyri at sýggja myndasövn


Skrivstova

Skrivstovan er í Syðrugøtu, 
á Garðabrekku 4
Opið: Mán-Frí 9-17

Kontakt

P/F Varðin
Garðabrekka 4
FO 510 Gøtu
Tlf: 441660
Faks: 441650
T-post: vardin@vardin.fo