Jupiter landar makrel í Fuglafirði
Jupiter hevur roynt eftir makreli í føroyskum sjógvi norðanfyri Føroyar. Teir hava partrola við Fagraberg. Fagraberg er á veg til Peterhead við u.l. 800 tonsum av makreli til matna, og Jupiter kom inn á Fuglafjørð beint aftaná døgverða við góðum 900 tonsum av makreli til Havsbrún.
Jupiter eru eftir ætlan lidnir at landa kl. 22 í kvøld og vera væntandi á fiskileið saman við Finnur Fríða tíðlja morgin ári, og skulu teir partrola.





